Bonde gevst

Eftir at hava sitið 30 ár í Evropatinginum hevur Jens Peter Bonde boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur Jens Peter Bonde, sum í mong ár hevur verið ímyndin av danskari mótstøðu ímóti ES, gevst nú í Evropatinginum.

Jens Peter Bonde, sum fyllir 60 hósdagin, varð fyrstu ferð valdur í Evropatingið í 1979, og hann er afturvaldur á hvørjum vali síðani. Upprunaliga umboðaði hann Fólkafylkingina ímóti EF, men í 1992 fór hann upp í Junirørsluna, sum hann hevur umboðað síðani.

Jens Peter Bonde sigur við Ritzau, at hann hevur gjørt av at lata yngri kreftir sleppa framat. Hann fer kortini ikki at gevast við politiskum arbeiði, men fer at taka sær av ymsum uppgávum fyri Junirørsluna, sigur hann.