Netta klaksvíksdáman við bláa neglalakkinum og stóru oyraringunum fyllir nógv hjá nógvum. Hon er mest kend frá tónleikalívinum har hon hevur gjørt vart við seg í 17 sangarum, kórinum Suð, Betesdakórinum og kórinum hjá symfoniorkestrinum. Nú hevur hon fingið heitið bóndakona eisini og gongur a fjalli, flettir, ger blóðpylsu og alt annað sum hoyrir bóndalívinum til. Tey sum kenna Steinvør vita at tað er bara ein sum er sum hon.
Síðani hon møtti sjeiki sínum Levi er ein nýggjur heimur latin henni upp. Hetta er ein heimur har náttúran ofta er í sentrum, og ein fær loyvi til at gloyma meldurin í gerandisdegnum eina stund. Í náttúrini er onki som forstýrar. Har er friður og vakurleiki, siga tey bæði. Har er onki stress og onki sum ein skal.
Sjálvt um ein hevur gingið somu gøturnar í fjøllunum fleiri ferðir fyrr, er hvør uppliving serstøk, sigur Steinvør. Ofta er ljósið annarleiðis, til dømis, ella eri eg sjálv annarleiðis inní.
-Tað er ymiskt sum fyllir sinnið og man sær lívið úr nýggjum sjónarhorni hvørjaferð.
Tað er so stórur munur á býarfólki í Havn og fólki á bygd. Nógv býarfólk kenna lítið til kjøtið, sum liggur á borðinum, ella hvaðani mjólkin kemur. Fólk torir ikki at fara aftur til røturnar, og fólk eru bangin fyri ikki at fylgja við tíðarrákinum, halda tey. Tað er torført hjá bygdar- og býarfólki at skilja hvønn annan.
Tá tey bæði funnu hvønn annan vaildi Steinvør vera við í bóndalívinum og stuðla Levi beinavegin. Tey bæði hava verið í seyðahúsinum og flett, Steinvør hevur verið við á fjalli og eisini gjørt døgurða og kaku til fjallmennirnar. Tað er nógv ein skal læra sum nútímans bóndakona. Tað er skitið arbeiði sum luktar illa, so ein skal ikki vera ov sartur. Levi hevur lagt henni lag á við at tumma, skera, reinsa vembur, taka mørin, og annað, sum er at læra. Tey hava ætlanir um at breiðka arbeiði og seyðahúsið so tað verður hugaligari og arbeiðssamari í famtíðini.
Krøvini til eina bóndakonu í dag eru tó ikki tey somu sum tey vóru fyrr, leggur Levi afturat. Eitt dømi er alt blóðið sum ikki verður tikið, tí tað gevur lítla meining at framleiða, tá tú onki fært fyri tað. Tað tekur ov langa tíð at fletta, um tey eisini skulu røra sveita fyri hvønn seyð. Tí fer nógv burtur. Í dag eru øll til arbeiðis og tí stendur ein einsamallur við arbeiðinum. Tí má man sum bóndi velja hvat loysir seg og ikki.
Av øllum hesum arbeiðinum eru túrarnir tey hava verið, tá veðragjólingarnir skulu út og tá tey skulu eftir teimum aftur, henni dámar best.
-Eg og Levi gera okkum matpakka, til gongu og tað er bara vit bæði og náttúran og onki annað sum forstýrar, sigur hon droymandi.
Bóndalívið er eitt betri og sunnari lív, sigur Steinvør avgjørd. Tað er torført at samanbera hetta við nakað annað, tí tað er so einfalt
- hetta er at koma aftur til røturnar. Levi leggur afturat at vit so ofta hoyra í dag at vit mugu koma víðari, og ikki vera so primitiv. Hvat skulu vit koma víðari til, spyr hann. Steinvør leggur aftrat at tað er virði í at røkta hagan og dýrini og síðani at njóta grøðina frá skaparanum.