Bond setur met í Bretlandi

Nýggjasti James Bond filmurin Skyfall hevur verið serstakliga væl móttikin. Hóast filmurin bert hevur verið at sæð í bretsku biografunum í tvær vikur, er Skyfall ársins størsta komersiella success.

 

Skyfall við bretanum Daniel Craig í høvuðsleiklutinum hevði hóskvøldið selt fyri 57 milliónir pund í atgongumerkjum, og tað eru næstan 550 milliónir krónur. Mest sæddi filmurin í bretsku biografunum í ár hevur higartil verið The Dark Knight Rises, sum er heitið á Batman-filminum. Men nú hevur 007 yvirhálað Batman.

 

Hesin seinasti Bond filmurin hevur eisini víst seg at vera tann best umtókti av øllum teimum James Bond filmunum, sum hava verið at sæð í bretsku biografunum. Tá Daniel Craig í 2006 fyrstu ferð royndi seg sum 007 í Casino Royale seldi tann filmurin fyri umleið 533 milliónir krónur í atgongumerkjum, og tað var allar tær vikurnar, filmur bleiv vístur í bretsku biografunum.

 

Skyfall bleiv frumsýndur í Norðuramerika fríggjadagin, og sambært Hollywood Reporter er tað als ikki óhugsandi, at filmurin fer at seta fleiri heimsmet komandi vikurnar. Hollywood Reporter, sum er eitt sokallað bransjublað, væntar, at áhugin fyri nýggjasta James Bond filminum verður óvanliga stórur eisini í Norðuramerika.