Komandi James Bond filmurin verður ætlandi at síggja í apríl næsta ár.
Men herfyri varð maðurin í høvuðsleiklutinum, Daniel Craig, skaddur undir upptøkunum til filmin, og er burtur frá upptøkum í tvær vikur, tí skaðin krevur viðgerð.
Sum skilst hevur hann fingið skaða í annað beinið, meðan upptøkur fóru fram á Jamaica.
Hetta upplýsir Bond framleiðslutoymið fyri útlendskum miðlum.











