Bond-babe úr Ukraina

Í næstum byrja upptøkurnar til tann 22. Filmin um bretska agentin James Bond. Og sum vanligt skal Bond eisini í samband við vakrar kvinnur, og tað plagar at verða hørð kapping um at gerast Bond-babe. Nú er greitt, hvørjar tvær av kvinnunum í filminum verða. Onnur er bretska Gemma Atherton, og ukrainska modellin Olga Kurylenko skal hava ein týðandi leiklut í filminum. Hon hevur júst verið at sæð í filminum Hitman.