RC 456, ávegis til Danmarkar: Á veg vestur á flogvøllin steðgaðu vit við rundkoyringina í Kollafirði, har ein duld heimsstjørna bíðaði við eini demo-fløgu til Rás2.
Hjá Atlantic á veg niður var flogfarið at kalla fullsett við veitsluklárum føroyingum, sum skuldu til Randers at vita, hvat ein onnur heimsstjørna, Bon Jovi, hevur at bjóða danum.
Tá áhugin er somikið stórur fyri Bon Jovi, hví kunnu onkrir konsertfyriskiparar ikki bara mannin til Føroya at spæla. Íroknað flogferð, innivist, bilaleigu og hvat veit eg, so kostar ein slík konsertferð heslst tíggjutúsundatals krónur, so ráð máttu verið at goldið tað, sum eitt slíkt navn kostar. Og tað kostar meira í Føroyum, tí vit vita jú, at ein millión ella meira skal leggjast afturat hjá føroyskum fyriskiparum, tá pallur, ljóðanlegg, mvG! og annað skal leggjast afturat atgongumerkjaprísinum.
Hvat nú – tankarnir ferðast eina løtu. Onkrar av okkara stóru fyritøkum lýsa við, at saman røkka vit á mál. Framtak stórar strategi’ir um, hvussu føroyskt vinnulív kann fjøltáttast. Á Samvit hoyra vit støðugt um, hvussu Føroyar skulu brandast, og sum vallyfti varð sagt, at milliónir skuldu í serligan tónleikagrunn.
Vit hoppa í øllum førum óført upp á vognin, tá onnur skulu brandast. Bon Jovi, McCartney, Rolling Stones ella hvør tað skal vera. So valfarta vit í hundraðtali avstað.
Hví ólukkan biðja vit ikki bara Bon Jovi koma til okkara? Hví gera vit okkum ikki somikið áhugverd, at stjørnurnar koma til okkara heldur enn øvugt?
Hattin av fyri teimum, sum fingu Bryan Adams á Tórsvøll. Eitt fantastiskt tiltakt. Eitt er, at vit við hesum fingið ein av teimum heilt stóru hendanvegin. Sum síðuvinning kundi eg so loksins bjóða klaksvíkingum til Havnar, heldur enn at tað altíð er øvugt.
Nei – lat okkum fáa Bon Jovi á Tórsvøll. Vit skriva nú 2008, og vit havnarmenn kunnu ikki í allar ævir liva við, at klakvíkingar eiga Føroya størsta – og besta – tónleikatiltak.
Í Føroyum er so eingin vilji at branda Jens Marna.









