Orsøkin er tann, at Bon Jovi hevði konsert á stadion herfyri, og tað fór so mikið illa við vøllinum, at tað nú er neyðugt at spæla aðrastaðni. Tískil verður spælt á Oakwell Ground. Heldur ikki EB/Streymur leggur sín egna heimavøll til, men tað er rætt og slatt tí, at tað ikki letur seg gera. Heimadysturin verður á Tórsvølli.