Bon Iver við nýggjari EP

Týsdagin gevur Bon Iver úr nýggja EP við heitinum “i Tunes Session EP”, sum er ein samling av live løgum.

 

Bon Iver byrjarði í 2007 sum ein einmansbólkur við Justin Vernon. Fyrsta fløgan “For Emma” fekk sera góð ummæli, og tað sama gjørdi seinna og seinasta fløgan “Bon Iver”, sum kom á marknaðin eftir at bólkurin var blivin ein kvartett.

 

Komandi EPðin, sum hevur sjey løg, er ein samling av livandi upptøkum, og inniheldur eitt nú eitt coverlag av “Who Is IT?” hjá Björk, og egna lagið hjá bólkinum “Holocene”. EP’in kemur í kjalarvørrinum av seinastu fløguni hjá bólkinum við heitinum “Bon Iver”,sum eitt nú ummælarar hjá Gaffa gav fýra út av seks stjørnum. Ummælarin rósti tá røddini hjá Vernon, og fleiri av løgunum á fløguni.

 

Løgini á EP’ini

Beth/Rest

Michicant

Holocene

Minnesota, WI

Hinnom, TX

Wash

Who Is It?

 

Hetta veit Gaffa.dk í dag.