Meðan vit vaksnu hava hugsað um skattalætta, fiskivinnunýskipan og hjúnarbandslóg, hava børnini hugsað um hvítar lygnir, fastar songartíðir og bomm hvønn dag.
Barnaval hevur verið á bókasøvnunum kring landið og nú er úrslitið klárt. Hervilig Henry, ið hevur lovað børnunum bomm hvønn dag, fekk 346 av teimum 1703 atkvøðunum.
Vampýrella fekk 225 atkvøður, meðan Stóra Skrímsl og Lítla Skrímsl fingu 215 atkvøður.
Vinnarin takkar fyri dygga stuðulin, hann hevur fingið undir valinum.
- Eg fegnist um allar tær mongu persónligu atkvøðurnar og eri nú spentur upp á at fara í gongd við eitt spennandi valskeið.
Spennandi verður nú at síggja, um Herviligi Henry fer at halda sítt vallyfti um bomm hvønn dag. Tað ljóðar tó, at onkur av hinum valevnunum ætla at skipa samgongu uttan um Herviliga Henry. Kaspar, Jaspur og Jónatan blivu ringdir upp av tannlæknanum, sum óttast, at Karius og Baktus fáa frítt spæl, um Herviligi Henry sleppur framat. Og onkur hevur hoyrt Pippi Langsokk nevnt, at hon finnur seg ikki í, at nakar skal taka hana av ræði.