Bólturin rullar í tríggjar dagar

Fyrsti dysturin í 18. umfari verður í kvøld og tann síðsti mánakvøldið

Hesa ferð er 18. umfar í Effo-deildini á skránni. Fyrsti dysturin verður longu í kvøld, tá ið KÍ fær vitjan av B68. Fyrsta bríkslið í Klaksvík verður klokkan 18.00.

Víkingaferðalagið er á veg heim úr Kroatia. Í løtuni eru teir í Billund, og seinnapartin vera teir eftir ætlan aftur í Sarpugerði. Teirra dystur í hesum umfari verður mánakvøldið, tá ið EB/Streymur kemur at vitja í Gøtu.

Hinir tríggir dystirnir vera sunnudagin. Oftast plaga flestu dystirnir at vera klokkan 15 sunnudag. Soleiðis verður ikki hesa ferð. Tað verður bara á Argjum, at bólturin fer á rull sunnudagin klokkan 15.  Tá fær AB vitjan av ÍF. Seint seinnapartin sunnudagin vera tveir dystir – Skála-HB og B36-NSÍ.

 

18. umfar

Í dag

KÍ-B68: Petur Reinert kl. 18.00

Sunnudagin

Skála-HB: Petur Reinert kl. 17.00

B36-NSÍ: Lars Müller kl. 17.15

AB-ÍF: Jani Laaksonen úr Finnlandi kl. 15.00

Mánadagin

Víkingur-EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 19.00

 

Støðan undan 18. umfari

B36 40

HB 33

Víkingur 27

EB/Streymur 26

NSÍ 22

KÍ 21

ÍF 21

AB 17

Skála 12

B68 9

NSÍ og Víkingur hava spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir