Bólturin rullar aftur

Fyri fyrstu ferð er fyrsta umfar á skránni 1. mars, nú tað fyri 73. ferð verður farið undir kappingina um FM í fótbólti

Fyrsta umfar í landskappingini í fótbólti verður seinnapartin í dag. Tá skulu øll tíggju feløgini í eldin.

Hetta er 73. kappingin, síðani tað mitt undir 2. heimsbardaga varð lagt til brots. Fyrstu kappingarnar vóru í 1942 og 1943. Í 1944 var ikki kappast um meistaraskapin. Tað komst av, at tað var so torført at fáa fatur á bóltum.

Síðani 1945 hevur verið kappast á hvørjum ári. Harvið verður tað í dag farið undir 73. kappingina.

 

Hetta er fyrsta ferðin, at tað longu 1. mars er landskapping í fótbólti á skránni. Feløgini ynskja, at kappingin skal vera liðug tíðliga í oktober. Tað verður hildið vera hugaligari at fyrireika seg og kappast, tá ið dagarnir leingjast enn, tá ið tað verður alt myrkari.

 

Í dag klokkan 15.00

HB-AB: Lars Müller

NSÍ-FC Suðuroy: Alex Troleis

Víkingur-ÍF: Eiler Rasmussen

TB-KÍ: Petur Reinert

EB/Streymur-B36: Rúni Gaardbo