Bolton hóttir nú Everton

Einki av fýra teimum fremstu liðunum spældu í Premier League hetta vikuskiftið vegna FA-Cup, men bardagin um 4. plássið heldur fram, og nú er tað Bolton, ið er tann nærmasti kappingarneytin hjá Everton í dystinum um Champions League pláss komandi kappingarár. Í botninum kempa fýra lið framvegis ein harðan dyst um at sleppa undan niðurflyting

Premier League

Orsakað av hálvfinalunum í FA-Cup vórðu bert seks dystir leiktir í Premier League hetta vikuskiftið. Eyguni vórðu nú vend ímóti botnstríðnum og tí fjórða og seinasta Champions League plássinum.
Liverpool skuldi royna at halda dampinum uppi eftir bragdið ímóti Juventus mikukvøldið. Liverpool spældi seg tá ímóti øllum oddsum fyri fyrstu ferð í hálvfinaluna í Champions League. Men leygardagin kom grái gerandisdagurin aftur til Anfield, tá liðið ikki megnaði at fáa trý stig ímóti Tottenham, ið tískil koyrdi grús í maskinaríið hjá Liverpool.
Sviin Erik Edman legði Tottenham framum heilt tíðliga í dystinum, og hetta gjørdi ikki uppgávuna hjá teimum reyðu lættari. Beint fyri steðgin javnaði spaniólin Luiz Garcia, ið veruliga hevur víst sítt virði á Liverpool-liðnum seinastu tíðina.
Hetta gav heimaliðnum blóð á tonna til seinna hálvleiki, men bert tíggju minuttir eftir steðgin kom Tottenham aftur framum. Hesuferð við málið frá Robbie Keane. Nú skuldi Liverpool aftur stríðast í mótbrekku restina av dystinum.
Stutta løtu seinni fær Liverpool brotsspark, og tað skuldi Steven Gerrard, ið ikki spældi við í seinna dystinum ímóti Juventus, taka sær av, men hann sendi skotið framvið málinum. Tveir minuttir seinni fekk Liverpool tó útjavnandi málið, og tí stóð Sami Hyypia fyri.
Hóast Liverpool legði stórt trýst á Tottenham-málið ta seinastu løtuna eydnaðist ikki at fáa sigursmálið, og nú sær tað sera svart út hjá teimum reyðu úr Liverpool viðvíkjandi luttøku í Champions League komandi ár.

Bolton leyp framum
Bolton gjørdi sær dælt av, at Liverpool snávaði á heimavølli, og leyp framum við einum sigri á Charlton. Venjarin Sam Allardyce hevur gjørt eitt framúrskarandi arbeiði í felagnum, eftir at liðið flutti uppaftur í Premier League fyri nøkrum árum síðani. Nú berjist liðið fyri luttøku í Champions League, og tað hevði eingin roknað við.
Jay-Jay Okocha legði Bolton framum sjey minuttir inn í dystin frá brotssparksblettinum. Miðskeiðis í fyrra umfari javnaði Francis Jeffers tó fyri heimaliðið, og 1-1 var eisini hálvleiksstøðan.
Tað er óivað lagnunnar speisemi, at tað júst gjørdist senegalesarin El-Hadji Diouf, ið skoraði sigursmálið fyri Bolton. Diouf er nevniliga útlæntur frá Liverpool til Bolton, og nú skorar hann málið, ið sendir Bolton framum Liverpool.
Diouf hevði ikki eydnuna við sær í Liverpool, og hann var eisini innblandaður í fleiri hendingar, ið høvdu við sær, at Liverpool vildi sleppa sær av við Diouf. Men nú hevur hann skorað átta mál fyri Bolton, og hann er toppskjútti hjá liðnum í ár. Tað má vera sparing eftir reyv hjá Liverpool, um Diouf nú fer at hjálpa Bolton til eitt pláss í Champions League.
Tað er tó enn Everton, ið liggur best fyri. Við einum dysti færri liggur liðið tvey stig frammanfyri Bolton og trý stig frammanfyri Liverpool.

Norwich iðrar seg
Í botninum vóru fleiri sera avgerandi dystir hetta vikuskiftið. Bæði tey næstaftastu, Crystal Palace og Norwich, liðini møttust á Selhurst Park, og tað gjørdist ein málríkur dystur.
Crystal Palace legði seg á odda við máli frá Joonas Kolkka tíðliga í dystinum, men við tveimum málum frá Dean Ashton var Norwich frammanfyri í steðginum. Og tá Leon McKenzie skoraði til 3-1, trúðu tey flestu, at Norwich fór at ogna sær sigurin.
Men soleiðis skuldi ikki ganga. Crystal Palace bardi seg innaftur í dystin, og við málum frá Micheal Hughes og Andrew Johnson fekk heimaliðið ein kærkomnan javnleik. Hetta var møguliga tann avgerandi løtan hjá Norwich í hesum kappingarárinum, og møguleikarnir eru ikki góðir hjá botnliðnum. Síðsta vikuskiftið vunnu teir á Manchester United, og tað kundi tí verið líkt til, at teir nú settu endaspurtin inn, men tá tað ikki eydnast at verja eina 3-1 leiðslu røkist lítið fyri, at liðið fer at lívbjarga sær.

Southampton misti trygga leiðslu
Southampton liggur framvegis undir niðurflytingarstrikuni eftir 3-2 tapið fyri Aston Villa á heimavølli. Hetta var ein sera dyggur smeitur fyri liðið frá suðurstrond Onglands, tí Southampton var nevnliga frammanfyri 2-0 í steðginum.
Teir báðir áleypararnir Peter Crouch og Kevin Phillips høvdu lagt heimaliðið framum 2-0 eftir bert einum korteri, og tað sá út til, at Southampton fór at fáa ein kærkomnan sigur.
Men so var ikki. Innanfyri tjúgu minuttir í seinna hálvleiki hevði Aston Villa vent einum 2-0 tapi til ein 3-2 sigur. Fyrst minkaði Charlton Cole um munin, áðrenn Nolberto Solano og Steven Davies løgdu gestirnar framum.
Southampton liggur tískil framvegis til niðurflyting, eitt stig aftanfyri West Bromwich Albion, ið hevur ein dyst til góðar.
Tað verður ein harður kampur ímillum Norwich, Crystal Palace, Southampton og West Bromwich Albion, men bert eitt teirra sleppur undan niðurflyting.
Aðrastaðni spældu Pourtsmouth og Birmingham ein málleysan javnleik, og Fulham og Manchester City leiktu eisini javnt 1-1.