Bolt ætlar sær met í OL

Seinastu tvær OL-kappingarnar hevur Usain Bolt vunnið gull í 100m, 200m og 4x100m, og hetta ætlar hann sær aftur at útinna, tá ið OL verður í Rio de Janeiro í summar.


29 ára gamli sprintarin úr Jamaica heldur eisini, at tað eru líkindi fyri at hann kann seta met.


- Um eg haldi fast við røttu kósina frá nú av og fram til OL, so kann eg seta heimsmet, tá ið eg komi hartil, sigur Usain Bolt við Sky Sports.


Usain Bolt eigur í løtuni heimsmetið á 100m við tíðini 9.58, sum hann setti í 2009. Sama ár setti hann eisini heimsmetið á 200m, sum er 19.19.