Bolt skjótastur í ár

Usain Bolt, sum eigur metið á 100 metra teininum í renning, undirstrikaði mikukvøldið, at hann framvegis er skjótasti maðurin í heiminum. Hann kom fyrstur á mál í kapping í Ostrava í Kekkia, har hann bert nýtti 9,77 sekund um teir 100 metrarnar. Skjótastu tíðina higar til í ár átti Michael Rodgers við 9,94. Heimsmetið hjá Bolt á teininum er annars 9,69 sekund.