Bolt.fo sendir tveir gamlar kenningar aftur til HB. Talan er um Daniel Johansen og Hera Hjalt Mohr. Daniel Johansen er givin í FC Fredericia, meðan Heri Hjalt Mohr hevur verið skaddur í eina tíð.
Daniel Johansen fór til danska FC Fredericia í januar, men partarnir hava valt at steðga samstarvinum í úrtíð. Nú venur Daniel Johansen við HB, har hann hevur spælt allir sínar dystir í bestu deildini. Tí sendir bolt.fo eisini vinstra bakkin til HB.
Skuldi tað hent, so hevur HB tríggjar vinstra bakkar, sum hava verið á landsliðnum í seinastuni. Viljorm Davidsen, Ára Mohr Jónsson og Daniel Johansen.
Heri Hjalt Mohr hevur verið raktur av sama skaða tríggjar ferðir. Tað er ein bein í fótinum, sum brotnar. Nú skuldi trupulleikin verið loystur og tað er ilt at hugsa sær, at hann spælir nakra aðrastaðni enn í HB.
HB hevur eisini verið nakað tunt í høgru síðu, har Hanus Sørensen er einsamallur við royndum frá bestu deildini. HB skal í morgin spæla móti B36 í fjórðingsfinaluni í Løgmanssteypinum, men flytingarvindeygað letur ikki upp fyrr enn 15. juni.
Løgmanssteypið:
| Fjórðingsfinalur | ||
| 9. mai (18:00) | EB/Streymur – Skála | – |
| 9. mai (18:00) | B36 – HB | – |
| 9. mai (18:00) | B68 – NSÍ | – |
| 9. mai (17:00) | AB – 07 Vestur | – |











