Bæði Justin Gatlin og Usain Bolt vunnu seg trygt víðari í finaluna á 200 metra teininum í heimsmeistarakappingini í frælsum ítrótti í Peking. Hóast Usain Bolt rann sína skjótastu tíð á 200 metrum í ár, so var Justin Gatlin 8 hundraðpartar skjótari.
Tað merkir tó ikki, at Usain Bolt er óttast undan finaluni.
- Eg lati ikki Gatlin vinna móti mær, segði hann við jamaikanska sjónvarpið eftir semifinaluna, og greiddi frá, at hann gav ikki alt, tí hann mátti spara nakað av orku til finaluna.
Usain Bolt hevur vunnið 200 metra finaluna í øllum meistaraheitum, hann hevur luttikið á síðani 2007, og er tí ikki av órøttum mettur sum favorittur. Tó so, Justin Gatlin hevur runnið væl seinastu tíðina, og tað var bara ein hundraðpartur á muni millum teir báðar í 100 metra finaluni sunnudagin.
Finalan verður hósdagin klokkan 13.55.