Usain Bolt hevur verið fullkomiliga einaráðandi á 100m-teininum seinastu tíðina, men nú fær hann mótstøðu frá verandi heimsmeistaranum og landsmanninum, Yohan Blake. Í gjárkvøldið rann hann tíðina 9,84 í einari kapping á Cayman-oyggjunum, og er hetta einans 2/100 seinri enn ársins besta tíð, sum Usain Bolt setti leygardagin.
- Eg segði við Usain, at eg skuldi vísa honum. Eg eri sera væl nøgdur við mína tíð, og eg eri í grundini komin longri enn væntað í fyrireikingunum til OL, segði Yohan Blake á tíðindafundi eftir kappingina í gjár.
Usain Bolt eigur heimsmetið á 100m við tíðini 9,58, sum hann setti í 2009. Persónliga metið hjá 22 ára gamla Yohan Blake er 9,82. Tað setti hann í fjør.