Boldsen umhugsar landsliðið

Joachim Boldson umhugsar sína framtíð á danska hondbóltslandsliðnum. Boldson spældi ikki nakað serliga væl til OL-kappingina í summar, og eftir at hann hevur skift til Barcelona at spæla, er hann farin at ivast í sínari framtíð á landsliðnum.

- Vit spæla nógvar dystir og ferðast sera nógv. Spurningurin er, um eg havi tíð til landsliðið frameftir, sigur Boldsen við Politiken.

Joachim Boldsen hevur spælt 174 landsdystir fyri Danmark.