Í kvøld verður ?FIGHT NIGHT? í Manhattan í Sverrisgøtu í Havn. Beinleiðis boksing verður at síggja á stórskíggja. Kl. 20:00 er tað dysturin millum Mads Larsen og Cocco. Kl. 21:35 verður talan um HM-dystin, sum øll boksiáhugað gleða seg til. Nevnliga dysturin millum Evander Holyfield úr USA og russaran, Nikolai Valuev, sum bert hevur tapt ein dyst uppá stig ímóti Ruslan Chagaev frá Uzbekistan. Kl. 23:00 verður livandi tónleikur.










