Boko Harem hevur burturflutt yvir 1.000 børn síðani 2013

Afturvendandi álopini á børn, serliga í skúlum við sekulerari lesiætlan, er samvitskuleyst, sigur barnarættindafelagsskapurin hjá ST.

 

Meðan Nigeria fyrireikar seg upp á at markera fýra ára dagin fyri burturflytingina av 276 skúlagentum í býnum Chibok, boðar barnarættindafelagsskapurin hjá ST, Unicef, frá, at fleiri enn 1.000 børn eru burturflutt av jihadistum í landinum síðani 2013.

 

– Síðani 2013 eru flerii enn 1.000 børn burturflutt av Boko Haram í landnyrðingspartinum av Nigeria. Teirra millum eisini 276 gentur frá kostskúlanum í Chibok í 2014, skrivar Unicef.

 

Umleið 100 gentur úr Chibok eru ongantíð komnar heimaftur til familjurnar.

 

– Hesi áhaldandi álopini ímóti børnum í skúlunum eru samvitskuleys, sigur Mohamed Malick Fall, eitt Unicef-umboð í Nigeria.

 

Serliga skúla við sekulerari lesiætlan eru mál hjá Boko Haram, hvørs navn á teirra málið merki nakað sum »vesturlendsk útbúgving er bannað«.

 

Stríðið hjá hernaðarliga bólkinum gongur út uppá at stovna eitt islamiskt kalifat í landnyrðingspartinum av Negeria. Tað hevur kostað fleiri ennn 20.000 fólkum lívið. Samstundis eru yvir tvær milliónir fólk flýdd.

 

Síðani stríðið brast á í 2009, eru minst 2.295 lærarar dripnir. Fleiri enn 1.400 skúlar eru harumframt lagdir í oyði av víðgongdum islamistum. Tað metir Unicef.

 

Í 2015 fór forsetin í Nigeria, Muhammadu Buhari, í bardag ímóti jihadistum í landinum og tók aftur fleiri landaøki.

 

Boko Haram heldur tó fram við drepandi álopunum ímóti hernaðarligum og sivilum málum.

 

19. februar í ár vórðu 110 skúlagentur burturfluttar av bólkinum frá einum skúla í Dapchi í landnyrðingspartinum av landinum.

 

Nógv tann størsti parturin av gentunum vór lætnar leysar ein mánað seinni, men hópburturflytingin fær pínufull minni fram um Chibok-burturflytingarnar 14. apríl í 2014.

 

/ritzau/AFP