Bókin um Nólsyar Páll løgd fram

Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" varð løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík í gjárkvøldið, har væl av fólk møtti at líða á

Bókin "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" varð løgd fram í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík í gjárkvøldið, har væl av fólk møtti at líða á.

 

Anfinn Kallsberg bjóðaði vælkomin og greiddi frá fundi fyri nøkrum árum síðan um fyrru bókina, sum kom út í 1997. Semja var um, at dagføra bókina og fáa tey nøvn við í eina nýggja bók, sum hava ættarband til Nólsoyar Páll, síðani fyrru bókina.

 

Á hesum sama fundi kom upp, at einki virðiligt minni var um Nólsoyar Páll í Klaksvík. Tí varð mælt til at endurreisa garðin á Biskupstøð eftir hann. Tá var so nevndin handan Áhugafelag Nólsoyar Páls sett og situr sama nevnd við somu nevndarlimum - Archibald Black, formaður, Líggjas í Bø, skrivari og kassameistari, Finn Kjølbro, nevndarlimur og Anfinn Kallsberg, nevndarlimur – Og nú má sigast, at væl er komið áleiðis.

 

Zakarias Wang greiddi frá um skrivingini av bókini, "Ættarsambandið við Nólsoyar Páll" – og legði afturat, at hon var gjørd av mannahond og tí helst ikki lýtaleys. Um fólk funnu onkrar feil, vóru tey meir enn vælkomin at siga frá.

 

Tað er Nólsoyarpáls Grunnurin, sum stendur fyri útgávuni av bókini og í hesum grunni sita Anfinn Kallsberg, Petur Nolsøe og Hans Tausen Olsen. Í fyrru bókini, sum kom út í 1997 vóru eini 2800 nøvn á eftirkomarum Nolsoyar Páls. Nú 21 ár eftir eru munandi fleiri nøvn komin í hesa snoliligu bók, sum skyldmaður Nólsoyar Páls, Tróndur Patursson hevði myndprýtt. 

 

Zakarias Vang tók skemtandi til, at Nólsoyar Páll var helst Føroya fyrsti reiðari, og hevði hann eins og reiðarar enn í dag í Klaksvík hava: Vánaligt samstarv við teirra politiska myndugleika í Havn.

 

Zakarias Vang var nakað beskeðin: “Mítt egna lutverk hevur ikki verið øðrvísi enn tað hjá einum postboði. Fróðarfólkini sendu teldubrøv til mín, og eg sendi tey víðari. Tað er prentsmiðjan Gramar, sum hevur sett bókina upp, lisið rættlesur og fingið bókina prentaða”.

 

Men nakað man hann hava verið við til at skriva bókina – eftir framløguna handaði hann síðani Anfinn Kallsberg fyrsta eintakið av bókini.

 

Archibald Black greiddi nakað frá søguni og tíðnini kring, tá ið Nólsoyar Páll vaks upp í Nólsoy og sá inn á Havnarvág, har hópin av fremmanda skipum lógu – Her er helst útlongsul hansara spíraður, og sum hann slapp at royna í ríkiligt mát seinni.

 

Nólsoyar Páll er føddur 11. okt. 1766 – Sama ár 29. apríl hevði stórkeypmaðurin úr Danmark, Niels Rygberg fingið loyvi til skipa eina transithavn á vestaru vág í Havn – eisini kend sum Vágsbotnshandilin. Fyrstu fremmandi fólkini skjótt eftir og eftir stuttari tíð vóru ein 130 fremmanda fólk, konur og børn, sum vórðu knýtt at hesi handilsskipan so ella so.

 

T.d. gjørdu Rygbergmennninir veg úr Vágsbotni umvegis Bryggjubakka og Bringsnargøtu eystur til Quillingsgarð og løgdu brúgv um Havnará. So her hevur hent nógv kring handilsvirksemið, sum eisini gagnaði hesum annars friðarliga samfelagi.

 

Sum árini líða, gerst Vágsbotnshandilin størsta smuglarabøli í Norðuratlantshavi – alt meðan Nólsoyar Páll veksur til mans og sær mongu prýðiligu skipini glíða oman- og niðaneftir Nólsoyarfirði.

 

Eftir framløgurnar spældu Ólavur Jakobsen og Daniel Rye samtíðartónleik – sum teir skemtandi kallaður Pop-tónleik á Nólsoyar Páls døgum – lættur tónleikur, sum Svabo hevði savnað og skrivað niður.

 

Eisini varð farið uppá gólv, har Klaksvíkar Dansifelag kvæð vísur og kvæði eftir Nólsoyar Páll.

 

Og sum um tað ikki var nóg mikið, so varð boðið oman á Nólsoyar Páls garðin til ein kaffimun og annars at hyggja seg um har niðri.