Bókhaldari til Vert og Thetis
Droymir tú um tøl og skipaðar arbeiðsgongdir? Vit leita eftir einum nærløgdum og ábyrgdarfullum bókhaldara, sum kemur at arbeiða fyri Vert, Thetis og onnur feløg. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá tær, sum ynskir eitt fleksibult starv innan roknskap.
Um starvið
Vert umsitur yvir 200 summarhús og íbúðir kring Føroyar, meðan Thetis er ein altjóða góðkend kanningarstova. Tú verður ein týðandi partur av okkara skrivstovutoymi og kemur at arbeiða í einum fjølbroyttum og altjóða umhvørvi, har vit leggja stóran dent á samstarv, trivna og fakligan vøkstur.
Arbeiðstíðin er í útgangsstøðinum sett til 20 tímar um vikuna, men við møguleika fyri øktari arbeiðstíð, um tú ert áhugað/ur í uppgávum innan kundatænastu og fyrisiting annars.
Arbeiðstíðirnar verða lagdar við atliti at bæði tørvi og trivnaði, so tú fært ein fjølbroyttan og væl skipaðan arbeiðsdag.
Arbeiðsuppgávur
- Fakturering og bóking av gjaldingum
- Avstemman av kontum og gjaldingar
- Debitor- og kreditorrøkt
- Fyrireiking til roknskap og uppgerðir
- Samskifti við kundar, samstarvsfelagar og onnur
- Menning av arbeiðsgongdum
- Fyrisitingarligar uppgávur eftir tørvi
Tú
Vit leita eftir tær, sum:
- Hevur royndir innan bókhald
- Hevur royndir við bókhaldsskipanini Economics
- Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu
- Hevur skrivstovuútbúgving ella líknandi
Tú ert nærløgd/nærlagdur og trygg/ur í arbeiðinum við tølum. Tú hevur eitt skipað og sjálvstøðugt arbeiðslag, analytisk evni og varðveitir yvirlit undir trýsti. Tíðarfreistir eru fyri teg ein sjálvsagdur partur, og tú leggur dent á gott samskifti og samstarv.
Setanarviðurskifti
Starvið er hálva tíð, og arbeiðstíðirnar verða lagdar til rættis í samráð við teg. Starvsstaðurin er á skrivstovuni hjá Vert á Hjalla 7B, Hoyvík, og hjá Thetis á Heiðavegi 53, Saltangará.
Møguleiki er fyri hægri arbeiðstíð, um áhugi er fyri øðrum arbeiðsuppgávum.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Umsókn og freist
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum á trondur(at)vert.fo.
Freistin at søkja starvið er 4. januar 2026.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Trónd Kollsker, stjóra hjá Vert, á tel. 790062 ella trondur(at)vert.fo.
Um Vert
Vert umsitur yvir 200 summarhús og íbúðir kring Føroyar og tók ímóti áleið 17.000 gestum í 2025.
Vit eru ein leiðandi aktørur á summarhús- og gistingarmarknaðinum í Føroyum, við sterkum vakstrarprofili og spennandi framtíðarætlanum. Vit trúgva uppá opinleika í samstarvi, nýhugsandi loysnir og álítandi tænastu.
Um Thetis
Thetis er ein altjóða góðkend kanningarstova, ið leggur dent á at veita framkomnar og skjótar kanningarhættir á altjóða støði, umframt smidliga tænastu.. Vit átaka okkum allar vanligar heilsufrøðiligar kanningar av matvøru, drekkivatni og umhvørvissýnum og veita serkøna ráðgeving innan hesi øki. Vit raðfesta kundarøkt og tillaga okkum fegin tørvin hjá kundanum.











