Bókaútgávukvøld við Robert og Hilmar Jan

Í kvøld var forvitnisligt útgávutiltak í Marghøllini í Sørvágs skúla. Tað var bókin ROBERT, sum er ævisøgan um Robert McBirnie, ið varð løgd fram, Hilmar Jan Hansen hevur skrivað.

Rithøvundin, Hilmar Jan Hansen, beyð fyrst vælkomin, og Robert greiddi síðani frá sínum tilknýtið til Sørvágs, har hann varð føddur. Hann flutti úr bygdini bara hálvt ára gamal, men vitjaði trúliga aftur hvørt summar, hjá ommu og abba sínum í Liðabrekkuni.

 

 

 

Sonni Jacobsen greiddi frá, um umhvørvið úti á Lið í Sørvági undir krígnum, og eitt sindur um ættarfólkið hjá Robert, úr Sørvági. Eisini vóru nakrar smærri søgur sagdar, bæði skemtiligar og álvarsligar.

 

 

 

Fitt av fólkið høvdu leitað sær í Marghøllina til tiltakið, og høvi var eisini at keypa bókina fyri serprís, og fáa hana signeraða. Tann møguleikan lótu tey ikki fara framvið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##