Bókaútgáva uttan samtykki

Í farnu viku gav Høgni Mohr út bókina ’Saga JAM’. Sjálvur lýsir Høgni bókina sum eina æviskaldsøgu um undirritaða. Eg vil við hesum vísa á, at eg takið staðiliga frástøðu frá hesi bók.

Eg havi ikki givið samtykki til útgávu av hesi æviskaldsøgu um meg. Rithøvundurin hevur fleiri ferðir biðið um loyvi at útgeva bók um meg, men hesum havi eg fleiri ferðir avvíst seinastu 6-7 árini, seinast fyri umleið 2 árum síðani. 

 

Nógvar av lýsingunum í bókini um fólk í heimbygdini eru ikki míni orð, men rithøvundans. Eisini eru fleiri hendingar lýstar, sum eru søgur, ið eru fortaldar privat millum vinmenn.

Eg vil leggja afturat, at eg hevði nøkur góð barna- og ungdómsár við nógvum góðum og kærleiksfullum fólkum, ið vóru um meg.

 

Jan Allan Müller