Hugskots- og gávuríki Niclas Heri Jákupsson legði fram nýggja bók í býráðshøllini, hann hevur skrivað, við heitinum Karlo og Luddi. Talan er um barnabók við fulgaímyndum, har Karlo er raskur og brasin – torur og vil alt. Meðan Luddi er varin og afturhaldin – hugnar sær í tí kenda, heimliga umhvørvinum.
Á samkomu hóskvøldið 30. oktober, kl. 19.30 bjóðaði Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini vælkomin til bókaútgávuna, sum er tann fyrsta hjá Niclas Hera.
Eftir hana greiddi Niels Jákup Thomsen frá ómakaleysa og áhugaverda samstarvinum við Niclas Hera um bókina, sum var rættiliga greið og næstan búgvin til útgávu, tá ið tey frá Bókdeild Føroya Lærarafelags komu upp í leikin.
Rakul Ró sang tveir sangir, meðan pápin, Seintór Rasmussen spældi undir. Síðani greiddi Niclas Heri Jákupsson frá hugskotinum handan bókina, sum byrjaði við einum vendispæli til børn, men fingu fuglarnir skjótt sítt egna innihald og fyribrygdi – sína egnu veru og ein spennandi søgugongd varð skapað, sum er grundarlagið undir bókini.
Til endans las Niclas Heri eitt brot upp úr bókini og kom inn á siðalæruna í bókini, ið tú sum lesari kann seta teg nærri inn í, tá ið tú hevur ognað tær bókina.
Eisini nevndi Niclas Heri versonin, Sveinbjørn Kvilt Olsen, ið hevur samskipað og lagt bókina til rættis í góðum samstarvi við Niclas Hera. Tað er fraklendingurin, Thierry Capezzone, ið hevur teknað frálíku myndirnar í bókini. Føroyaprent hevur umbrotið og prentað. Ein snotilig bók við góðum pappírsvali.
Røða
Niðanfyri verður røðan hjá Signhild V. Johannesen, forkvinnu í Mentanarnevnd Klaksvíkar býráð, endurgivin.
Góðu tit øll, sum her eru komin saman
Eg vil vegna býráðið bjóða tykkum øllum vælkomin til bókaútgávuna hjá Niclas Hera.
So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð
tað tykist sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond
enn síggja tað vakra, sum er í nánd?
Niclas er Klaksvíksingur, sum til tíðir hevur leitað sær úr býnum, fyri síðani at venda heimaftur. Í løtuni er Niclas búsitandi í Sørvági.
Niclas hevur givið okkara býi so ómetaliga nógv, okkara børn hava haft nógvar góðar og stuttligar upplivingar, sum børn og vit vaksin jú eisini skula hava. Upplivingar, sum seta seg í minnið, ið vit altíð kunnað taka fram aftur. Niclas Heri er altíð klárur við góðum hugskotum, sum skjótt verða gjørd til veruleika. Ein persónligheit, vit eiga at fegnast um.
Nú er bókaútgáva á skránni, bók sum Niclas hevur skrivað og ein fraklendingur teknað. Ein bók við teksti og myndum, vit kenna okkum aftur í. Ein tekstur, har tú samanber søguna við lívið. Myndir, sum í liti og skapi, tala til okkum.
Vit eiga at tora - eiga at brúka evnini, okkum eru litin til, og tað dugir Niclas so sera væl. Niclas torir sum Karlo at satsa og kanska falla, fyri síðani at venda aftur til kjarnuvirðini, liva og byrja av nýggjum. Og sum Luddi at virðismeta tað trygga og heimliga. Ymiskleikar og skeivleikar verða vit bara ríkari og sterkari av. Munnu ikki Jastrid og Jákup hava lagt honum gott í beinini, við tonkum og kenslum, sum hjá Karlo og Ludda; úti er gott, men heima er best?
Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,
hvør sigur hon finst ei í heimahøll?
Tú átti ei friðleysur leita so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært.
Man Niclas ikki vera ein Karlo og ein Luddi, við nógvum góðum skattum, sum júst nú vísa seg í bókaútgávuni?
Niclas, góða eydnu við bókini og til lukku.