Bókauppliving fyri børn í Norðurlandahúsinum

Sunnudagin 30. mars klokkan 15.00 verður møguleiki at finna hópin av føroyskum bókum í Norðurlandahúsinum

 

Sunnudagin 30. mars klokkan 15.00 verður møguleiki at finna hópin av føroyskum bókum í Norðurlandahúsinum.

Tá letur Bókahúsið eftir Sámal Blak upp við eini rúgvu av føroyskum bókum fyri børn og ung – bæði upprunaføroyskar og umsettar.

Við Bókahúsinum hevur Sámal Blak hegnisliga sameint eini heilt vanlig hús við 24 upprunaføroyskar barnabøkur.

Longu á veg inn í húsini hitta vit tvær kendar bókaverur, nevnliga Pingelipongin í postkassanum og lítla skrímsl, sum er koyrdur í stóra ruskílæti uttanfyri.

Fyri at koma inn í húsið, mást tú gleiva upp um Fløtu kaninina, sum er kroyst niður í mottuna beint innan fyri dyrnar.

Soleiðis heldur ferðin fram inn í eitt litríkt, stuttligt og spennandi bókaheim, har gerandislutir, figurar, ljóð og ljós eru við til at stimbra allar sansir.

- Tað hevur stóran týdning, at vit øll lesa, tí bøkur geva okkum góðar upplivingar, og vit fáa eisini nógv at vita, tá ið vit lesa, siga fólkini handan tiltakið.

Arbeiðsbólkurin er mannaður við umboðum frá NÁM, Rithøvundafelagnum, Býarbókasavninum, Tjóðpallinum og Bókadeild Føroya Lærarafelags.