Bókaframløga við Gjógv

Í annaðkvøld klokkan 20 verður bókaframløga í bygdarhúsinum við Gjógv.

Klokkan 20 í annaðkvøld - týskvøldið 11. november - verður bókaframløga í bygdarhúsinum við Gjógv.

 

Tað er Petur Jacob Sigvardsen, sum í hesum døgum gevur út bókina "Frá náttúruhúshaldi til lænta vælferð".

 

Innihaldið í bókini er um eina samfelagsliga kollvelting, har eitt nú siðbundna fiskivinnan, fiskimenn og heim teirra eru farin í søguna, um bygdirnar, ið bløða so líðandi burtur, og um nútíðarføroyingin, ið hevur sagt náttúrhúshaldinum farvæl og heldur seg kunna liva av læntari vælferð.

 

- Høvi verður at ogna sær eitt eintak av bókini og at fáa høvundin at signera.

 

Tað veit Sunda kommuna at siga í dag.