Bókaframløga av bókini Føroyska rossið og prát um varðveiting av nátturu og djórasløgum

Sunnudagin 24. oktober kl. 15 verður bókaframløga við bókini Føroyska rossið, sum Beinta Johannessen hevur skrivað. Í hesum sambandi verður eisini prát við umboðum frá Felagnum Føroysk Ross, NordGen og Búnaðarstovuni um varðveiting av nátturu og djórasløgum. Á tiltakinum fara tvey føroysk ross at standa á vøllinum uttan fyri Norðurlandahúsið, so høvi verður eisini at síggja djórið, sum prátað verður um! Les meira um skránna og bókina niðanfyri.

 

 

 

Skráin

 

  • Bókadeildin bjóðar vælkomin.
  • Beinta greiðir stutt frá bókini.
  • Prát um føroysk ross og varðveiting av náttúru og djóralívi: Jóna Ólavsdóttir úr Felagnum Føroysk Ross (FFR), Maria Kjetså frá NordGen og Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni luttaka í prátinum. Orðstýrari verður Sigurð í Jákupsstovu.

 

 

 

Bókadeildin selur bókina fyri serprís á tiltakinum, og Felagið Føroysk Ross selur plakatir av føroyska rossinum. Harumframt verður kaffi og okkurt søtt til tey, sum koma at lurta.

 

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeildina, Felagið Føroysk Ross og Norðurlandahúsið.

 

Um bókina

 

Visti tú, at tað eru færri enn 100 føroysk ross til í øllum heiminum? At føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og at tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum, sum eru eftir í heiminum? Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið er bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út.

 

Bókadeildin og Nám góvu bókina út í heyst.