Bókaframløga á Viðareiði í kvøld

Í eini tvey ár hevur Jóannis Sørensen av Viðareiði tikið myndir av himmalhválvinum, sum tað sæst úr Føroyum, serliga úr Norðoyggjum. Hann hevur treiskliga og trúgvur sitið heilar nætur uppi at fanga løtur, tá ið hválvið var serliga forvitnisligt.

Myndirnar eru tiknar soleiðis, at umframt at røkka inn í djúpa hválvið, veitst tú eisini, hvar tú ert staddur í Føroyum. Tú hevur akkersfestið her, men sleppur at njóta markleysu víddirinar í myndunum.

Alisfrøðingurin Pól Jespersen, sum er serliga kønur í stjørnufrøði, hevur arbeitt saman við Jóannisi og greiðir í stuttum brotum frá ymiskum forvitnisligum, ið sæst á myndunum.

Bókin er á føroyskum og enskum og verður givin út í sambandi við sólarmyrkingina, tí umframt at vera ein vøkur bók, sum mong vilja eiga at njóta, so kann hon vera eitt gott minni hjá ferðafólki um stórhendingina 20. mars at taka við sær aftur úr Føroyum.