Bókaframløga á Klaksvíkar bókasavni

Mánakvøldið fer Lisbeth Nebelong at siga frá síni nýggju skaldsøgu á Klaksvíkar bókasavni.

Mánakvøldið 28. apríl kl. 19.30 fer danski rithøvundurin Lisbeth Nebelong at siga frá síni nýggju skaldsøgu "Møde i mol" á Klaksvíkar bókasavni



Lisbeth Nebelong hevur áður skivað bøkurnar "Når engle spiller Mozart" og "Færøblues". "Møde i mol" er endin á bókarøðini hjá henni, sum fyri ein part gongur fyri seg í Føroyum.



Bókarøðin er um Lisu, sum í studentaskúlatíðini býr í Føroyum sama við familjuni, her hittir hon drongin Kára og tey eru par. Kári vil fegin við Lisu til Danmarkar eftir loknan skúla, men Lisa torir ikki at geva teirra parlagi ein møguleika. Tredivu ár seinni hittast tey bæði aftur í Føroyum.



 

Tað er Edward Fuglø, ið hevur teknað kápumyndina á bókini “Møde i mol”.