Síðani 1956 hevur Bókadeild Føroya Lærarafelag givið bøkur út. Hugskotið hevur øll árini verið at útvega lesitilfar á føroyskum máli til børn og ung. Í 1985 var fyrsta starvsfólkið sett í hálvt starv. Í dag starvast fýra fólk í tilsamans trimum fulltíðarstørvum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Sambært Skúlablaðnum gevur Bókadeildin í miðal góðar 60 bøkur, umframt eini 30 lættlesibøkur í samstarvi við Nám, út um árið. Verður farið inn á eitt bókasavn, er skjótt at síggja, at, at kalla, allar barna- og flestu ungdómsbøkur á føroyskum eru givnar út av Bókadeild Føroya Lærarafelag.
Men sambært Herálvi Jacobsen, formanni í Føroya Lærarafelag, hevur Bókadeildin ikki neyðugu fíggjarligu orkuna til at geva ungdómsbøkur út.
- Stuðul til Strok og til Bókadeildina hevur í nógv ár staðið á fíggjarætlan løgtingsins, og tað er eingin loyna, at um ikki so var, so bar ikki til at reka Bókadeildina. Stuðulin lækkaði eitt vet í 2011 og hevur síðan staðið í stað. Leiðsla og starvsfólk í Bókadeildini eru fullvís í, at um stuðulin hækkaði, í hvussu er samsvarandi kostnaðarstøðinum, so kundi útgávuvirksemið verið økt munandi. Serliga ungdómsbøkurnar, sum eru kostnaðarmiklar at greiða til útgávu, hava seinnu árini fingið lága raðfesting. Hetta er stórt spell, m.a. tí kappingin við onnur mál er stór, skrivar Herálvur Jacobsen á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
- Tað er so mangan sagt, at vit eru eitt fáment mál, so mikið størri ábyrgd liggur á okkum at varðveita og styrkja mál okkara. Samstundis er marknaðurin fyri føroyskum lesitilfari avmarkaður, og útgávuvirksemið verður í stóran mun eitt ósjálvsøkið virksemi. Føroysk bókaútgáva hevur tað trupult undir marknaðartreytum. Tí er tað ein spurningur um politiskan vilja, um Bókadeild Føroya Lærarafelags kann varðveita og økja um virksemið, sigur hann.









