Á bókacafé’ini fer rithøvundurin, Lisbeth Nebelung, at tosa við Helenu Dam á Neystabø um skaldskap sín.
Lisbeth Nebelong hevur skrivað væl umtóktu Føroyatrilogiina, sum byrjaði við Når engle spiller Mozart (2003) og helt fram í Færøblues (2008). Í ár kom seinasta bókin í røðini:Møde i mol.
Mánakvøldið fer Lisbeth Nebelong at lesa upp úr Møde i mol og annars at svara spurningum frá áhoyrarunum.









