Føroya Handilsskúli og Nám hava nú givið út eina givið út eina serliga orðabók við orðum og heitum, sum verða brúkt í handli og búskapi
Tað er Olav Absalonsen, sum hevur skrivað bókina og lagt hana til rættis og í henni eru stuttar frágreiðingar á føroyskum um uppslagsorðini.
Talan er sostatt ikki um tvímálsliga orðabók, men nógv altjóða fakheiti um virkisbúskap, altjóða búskap og marknaðarførslu eisini eru at finna í bókini.
Tað er ofta ringt hjá næmingum at finna faklig orð og nøvn, men nú nógv av tí so savnað í einari bók og hon verður nú latin øllum næmingum á handilsskúlanum ókeypis.
Annars fer Málnevndin eisini at viðgera orðini í bókini, ið sostatt er at meta sum ein royndarútgáva.
- Vónandi fara fleiri at gera viðmerkingar til hesa bók, sum eisini verður teldutøk, siga útgevararnir.