Í heyst vóru liðin 50 ár, síðan Klaksvíkar Sjómansskúli varð stovnaður, og í tí sambandi er bók um skúlan komin út.
Bókin viðger tíðina sum sjálvsognarstovn, t.v.s. frá stovnanini í 1947 og til landið yvirtók skúlan í 1974.
Frá at húsast ymsastaðni runt í býnum, hevði skúlin áðrenn hann varð avhendaður til landið fingið egin hølir.
Í bókini er greitt frá stovnanini og rakstrinum og yvirlit er yvir teir næmingar, sum í hesum tíðarskeiði hava tikið prógv við skúlan eins og myndir eru av flest øllum næmingaholdum á skúlanum.
Bókin, ið er 88 blaðsíður við hópin av myndum, kostar 150 kr.