Bók um KÍ kvinnurnar løgd fram

Hóast veðrið ikki var tespiligt, leitaðu eini hundrað fólk seg í glasstovuna í KÍ-høllini í gjár seint seinnapartin til bókaframløguna av bókini Kular og knáar KÍ-kvinnur, sum Páll Holm Johannesen hevur skriva

Anna Lovisa Mýri sang tvey løg, og Solby Christiansdóttir hevði samrøðu við høvundin umframt Sigrið Andreasen, sum var við á fyrsta KÍ-liðnum fyri meiri enn hálvt hundrað árum síðan, og Rannvá Andreasen, sum er givin at spæla eftir kappingarárið í ár, og Sannu Svarvadal, liðskipara.

 

Høvundurin greiddi eitt nú frá tilgongdini at skriva bókina, og hví hann heldur, at KÍ-kvinnurnar eru áhugaverdar at skriva bók um, og eisini hví tað hevur týdning at børn í Føroyum lesa um føroyskar ítróttarstjørnur. Sigrið, Rannvá og Sanna settu orð á, hvat tað hevur at siga fyri tær at spæla við einum so sigursvandum liði, og hvat tað er, sum ger, at tær halda á, hóast tær vinna nærum alt. Samanumtikið ein sera góð løta í frálíkum kørmum við yndisligum sangi og áhugaverdari samrøðu við høvund og leikarar.

 

Kular og knáar KÍ-kvinnur er krabbabók. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva út. Í bókini eru nógvar góðar myndir, sum lýsa søguna hjá hesum fremsta liðnum í kvinnufótbólti í Føroyum. Bókin kostar 200 krónur í bókabúðunum.

 

Oliver Joensen hevur tikið myndirnar.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##