Bók til miðnám um javnstøðu

Kristianna W. Poulsen og Hans Pauli Strøm hava givið út bók, sum lýsir hvussu kynini kunnu uppliva viðurskifti á øðrvísi hættir.

Nýggj talgild undirvísingarbók viðger sosiologiskar spurningar úr einum javstøðusjónarhornið.

 

Tað eru tey bæði, Hans Pauli Strøm og Kristianna Winther Poulsen, ið hava skipað og skrivað tilfari í bókini, har tey dúva á sínar royndir og útbúgving. 

 

- Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði á miðnámi, men kann eisini brúkast til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

 

Sum eitt sosiologiskt undirvísingaramboð í miðnámsskúlahøpi, fevnir hon ógvuliga víða - ítøkiliga um sjey ymisk evni; íbúgvaviðurskifti, barnsburðarviðurskifti, at liva og doyggja, familjur og hjúnaskilnaður, útbúgving, arbeiðsmarknaður og inntøkubýti. 

 

- Endamálið er at vísa, hvussu ymisk øki í dagsins samfelag hava ymiska ávirkan á kynini.  Bókin bjóðar ongar lidnar loysnir ella niðurstøður; í staðin inniheldur hvør partur uppskot til kjakevni, sum eru ætlað at geva næmingum og lærarum íblástur til at hugleiða og skifta orð um ymiskar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, verður sagt frá.

 

Tað heilt serstaka er, at bókin er ókeypis fyri øll, og kann síggjast her.