Við várinum koma litirnir inn í lívið aftur – bæði so og so. Lovprís várinum við sjarmerandi og kreativa boheme-stílinum.
Við nógvum, heitum og klárum litum, rustikkum lutum, frískum blómum og heimagjørdum prýði skapar tú tín persónliga stíl, sum ongin annar hevur.
Leggur tú teg samstundis eftir tí eitt sindur primitiva og bóndasliga franska, er dámurin fullkomin.
--
Bohême er framska orðið fyri Böhmen, sum nú er ein partur av Tjekkínum. Ein bohemur er eisini navnið fyri ein persón, ofta eitt listafólk, sum ikki er bundin av vanligu normunum og reglunum í samfelagnum. Tí eru listafólk eisini ofta trendsetarar.
--
Skapa sjálv stílin
Brúka gamlar dósir til krukkur og skjularar.
Pynta ein urtapott við penum pappíri ella serviettum og bind band um.
Brúka litfagrar pútur og teppir í stólum og sofum.
Set frískar kryddurtir í vindeygað.
Pynta eitt petti av vegginum við vøkrum pappírum.
Brúka blomstruttan voksdúk til stólabetrekk.
Hav ymiskar og gamlar stólar um spísiborðið.
Brúka gamalt koppastell og bestikk.
Pynta við chili og hvíttleyki.
Brúka kurvar at goyma í.









