Tórshavnar Manskór er virkið kór og hevur m.a. verið á ferð í Íslandi fyri stuttum. Tann 26. januar hevði kórið konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni og á skránni var m.a. eitt verk, ið er forvitnisligt, tá tað verður sett í samband við kór. Talan er um rocklagið, klassikaran, hjá Queen, Bohemian Rhapsody.
Men hví valdi Tórshavnar Manskór kenda rock klassikaran?
Allir í kórinum hava altíð dámað lagið sera væl. Og tað hevur eisini nakað við stílin hjá Queen, tá teir komu fram, at gera, sigur Bjarni Restorff, kórleiðari.
Queen fekk nýggj element inn í rocktónlekin. Teir útbygdu og fingu klassiskan tónleik og kirkjulig tonal element inn í rocktónleikin, sigur Bjarni Restorff.
Klaver og sangur fingu framstandandi leiklut. Teir vóru eisini góðir tónleikarar, studio tónleikarar, um eg ikki fari skeivur. Teir høvdu umstøður og tíð og gjørdu kór til løgini. Og so høvdu teir jú góðan forsangara. Teir tóku nýggju elementini inn í tónleikin og fingu eitt snið, sum okkum dámar. Tí hildu vit tað vera stuttligt at royna okkum við hesum verkinum, sigur Bjarni.
Torført
Queen syngur verkið í upptøkuhølunum við Freddy í fremstu røð. Vit syngja tað sum kór. Teir hava havt stundir at gera ymiskt, sum teir ikki hava roynt í veruleikanum. Ístaðin hava teir so nýtt royk og ljós, tá verkið hevur verið framført á palli, kanska eisini við playback. Og tey torføru støðini í verkinum hava fingið heilt annan dám av hesum, so lætt er verkið ikki at framføra, staðfestir Bjarni Restorff.
Hann sigur, at Súni Christiansen, kórlimur, leitaði longi eftir eini útseting av verkinum fyri manskór og at enda funnu teir tvey og valdu eina útseting fyri manskór og klaver. Árni Hansen leikti klaver, men við stuttari freist kom eisini Herluf Lützen uppí við guitara, fyri at fáa rætta dámin yvir framførsluna.
Tórshavnar Manskór, ið fyri stuttum hevur verið á íslandsferð, sang eisini ymsar aðrar sangir, ið teir eisini sungu á ferðini, m.a. Er lívið ikki herligt, har Tór Verland Johansen er solistur. Aðrir solistar vóru Petur Niclasen, Andreas Reinert og Fróði Sandoy.
Vit høvdu eina konsert uppá 1 tíma og 15 minuttir, men hon gjørdist ongantíð keðilg, sigur kórleiðarin.
Um ætlanirnar sigur hann, at onkrar ætlanir um ferð til Danmarkar hava verið, men onki er víst hesum viðvíkjandi. Sjálvur kundi kórleiðarin hugsað sær at havt onkra konsert til várs, ið verður eitt sindur øðrvísi.
Tað vil siga, at vit taka okkurt seriøst og okkurt óseriøst við. Og nú Herluf er við á guitari, so eru eisini nýggir møguleikar, sigur Bjarni Restorff.
Um fløguætlanir sigur hann, at teir taka upp alla tíðina og at teir í fjør gjørdu fleiri góðar upptøkur, men onki liggur
fast um eina komandi útgávu. Tórshavnar Manskór hevur tvær útgávur á baki.
Jógvan Dahl, lurtari
Komu væl frá tí
Ein av lurtarunum í Miðlahúsinum, tá Tórshvnar Manskór hevði konsert 26. januar, var Jógvan Dahl, tónleikari.
Hann helt talan vera um eina hugnaliga løtu:
Kórið sang væl og var avslappað og teir dugdu væl at gera løtuna hugnaliga og stuttliga. Teir dugdu væl at gera løtuna so, at tað gjørdist óformelt. Og teir spentu víða tóneikaliga og sungu á fleiri málum, sigur Jógvan Dahl.
Rhapsody
Jógvan Dahl er sjálvur tónleikari og er partur av ættarliðnum, ið óivað hevur fylgt við Queen og hevur lagt til merkis, tá verkið Bohemian Rhapsody kom út í sjeytiárunum.
Tað er eitt torført verk og er sera troført at framføra. Manningin í Queen hevur jú nýtt nógvar snildir, ið bert eru møguligar í upptøkuhølunum. Men Manskórið kom væl frá framførsluni og talan var um eina góða heildarmynd. Eg má siga, at eg hevði eina jaliga uppliving, sigur Jógvan Dahl um konsertina í Miðlahúsinum við Tórshavnar manskóri.










