Tað gevur nógv meiri meining fyri meg at granska í Føroyum enn í Danmark, sigur nýggi professarin á Setrinum. 36 ára gamli Bogi Bech Jensen sigur, upprunaætlanin var allatíðina at taka eina hægri útbúgving, fáa starvsroyndir og so flyta til Føroya.
- Soleiðis kann eg virðisøkja Føroyar so nógv sum gjørligt, tá eg komi aftur, sigur nýútnevndi professarin í orkuverkfrøði á Fróðskaparsetur Føroya, Bogi Bech Jensen.
Eg kenni, at hetta er rætta løtan. Eg havi fingið nógvar royndir og føli, at eg kann nýta hesar royndirnar í Føroyum. Tað gevur eisini nógv meiri meining fyri meg persónliga, at eg kann geva mítt íkast til Føroyar, heldur enn at gera tað í Danmark, har tað eru so nógv, sum granska frammanundan, sigur Bogi Bech Jensen.
Hoyr samrøðu við Boga Bech Jensen við at trýsta á pílin undir myndini.
Bogi Bech Jensen er 36 ára gamal og er ættaður úr Havn. Hann er útbúgvin maskinmeistari, sivilverkfrøðingur og hevur doktaragrad innan ravmagnsverkfrøði frá Newcastle University í Stórabretlandi. Hann kemur úr starvi sum lektari og deildarleiðari á Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby, har hann seinastu fýra árini hevur uppbygt granskingarøkið elmaskinur, sum nú hevur átta fulltíðar granskarar í starvi. Á DTU hevur Bogi havt ábyrgdina av 15 granskarum. Í starvinum hevur hann eisini staðið fyri at byggja upp samstarv við fleiri fyritøkur í Danmark og restina av Evropa.
Áðrenn Bogi kom at arbeiða á DTU, var hann lektari á Newcastle University.
Bogi er virkin granskari og undirvísari innan elorku, har hann serliga hevur arbeitt við vindorku seinastu fýra árini. Hann hevur útgivið 50 vísindaligar greinar, hevur tvey patent og er ritstjóri á einum av fremstu vísindaligu tíðarritunum innan elorku, amerikanska IEEE Transactions on Indurstry Applications). Í september 2013 varð hann heiðraður við AEG Elektronprisen, sum verður givin einaerð um árið til ein framúrskarandi granskara í Danmark. Bogi hevur havt ábyrgd av fleiri skeiðum á DTU og Newcastle University, og hevur vegleitt lesandi í verkætlanum á øllum hægri útbúgvingarstigum. Í 2011 vann hann heiðurin sum besti undirvísari á DTU Elektro.










