At hann samstundis hartar sína egna flokk, Tjóðveldi, í Sosialinum fríggjadagin, má tulkast sum um, at okkurt er galið millum Boga Andreasen og Tjóðveldi.
Bogi Andreasen varð fyrstvaldur á tjóðveldislistanum til býráðsvalið í Havn í 2008, og hann er varaborgarstjóri í samgonguni millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Og skuldi tað hent, at Bogi Andreassen skiftir flokk og fer í bólk saman við Fólkaflok--kinum í Tórshavnar Býráð, so fær tað ongan týdning fyri samgonuna, tí hon hevur sum er níggju av 11 býráðslimum aftan fyri seg. Men helst høvdu nevndirnar verið valdar av nýggjum, og nýggjar varaborgarstjóri valdur fyri Tjóðveldi. Næstvald á tjóðveldislistanum er Marin Katrina Frýdal við 339 atkvøðum, síðani Jógvan Arge við 337 atkvøðum og Jákup Símun Simonsen við 238 atkvøðum.