Bogi stendur at vinna FM lið i bridge

Seinasta umfar í FM bridge fyri lið er í dag. Áðrenn seinasta umfar liggur liðið hjá Boga Simonsen á odda.

Liðið hjá Boga liggur væl fyri at vinna føroyameistaraheitið í ár. Hóttanin kann koma frá liðnum hjá Símin Lassaberg, har nervarnir vanliga ikki gera seg galdandi, tá á stendur.

 

Í teimum báðum seinastu dystunum eru 50 stig at spæla um, og liðið hjá Boga er 17 stig frammanfyri áðrenn seinastu tveir dystirnar.

 

Í aðru deild stendur liðið hjá Álvi Klakk at flyta upp, men har er støðan væl javnari. Støðan áðrenn seinastu umførini sæst á www.bridge.fo.

 

Seinastu umførini verða spæld í Bridgehúsinum í Havn, og áskoðarar eru vælkomnir. Kappingin byrjar kl. 12 og er liðug kl. 20.00.