Bogi saknar tað ítøkiliga

Bogi Hansen, professari í havfrøði, er ein teirra, sum hevur gjørt sínar viðmerkingar til uppskot landsstýrisins um skerjing av útláti. - Eg sakni, hvussu landsstýrið ítøkiliga ætlar sær at minka um útlátið av veðurlagsgassum, sigur hann

Umhvørvi

Bogi Hansen, professari í havfrøði, er ein teirra, sum hevur sitið í einum fylgibólki, ið hevur gjørt viðmerkingar til uppskot landsstýrisins um veðurlagspolitikk Føroya.
- Uppskot landsstýrisins mælir til ein niðurskurð í útláti av veðurlagsgassum við 20% í 2020 í mun til 2005. Hetta svarar á leið til ein niðurskurð upp á 10% í mun til 1990. Hetta er tí ikki serliga ambitiøst í mun til eitt nú ES, sum hevur viðtikið ein niðurskurð, ið er 2-3 ferðir størri.

Uppskotið viknar
Havfrøðingurin heldur tó, at hetta er ein framgongd innan føroyskan politikk á økinum, serliga um hetta verður tað fyrsta av fleiri stigum, sum landsstýriskvinnan hevur nevnt.
Bogi Hansen er í sínum viðmerkingum kortini ikki nøgdur við orðingina um, at ”Føroyar staðfesta, at politisk støða ikki verður tikin til útlátið av veðurlagsgassum frá oljuframleiðslu ...”.
Hann heldur, at henda orðing ger uppskotið hjá landsstýrinum væl veikari, sum hann tekur til.
Havfrøðingurin heftir seg eisini við orðingina hjá landsstýrinum, at ”grundsjónarmiðið er, at møguleikarnir fyri at menna eina framtíðar oljuvinnu ikki verða skerdir”.
- Eg haldi, at her hevði borið væl til at verið blíðari móti umhvørvinum, eitt nú við eini orðing sum ”grundsjónarmiðið er, at ein framtíðar oljuvinna í mest møguligan mun avmarkar útlátið av veðurlagsgassum”.
Hann heldur, at skuldi ein lønandi oljuvinna víst
seg at verið møgulig á føroyskum øki, áttu Føroyar at havt ráð til CO2-avmarkandi tiltøk, eins og onnur lond hava gjørt, eitt nú við ”carbon sequestration” ella við at keypa CO2-kvotur frá øðrum londum.

Co2 kvotaskipan
Bogi Hansen vísir á, at uppskotið hjá landsstýrinum um virkisætlan er skipað í fýra ymisk øki, og her sigur hann seg ikki hava stórvegis viðmerkingar til tey trý fyrstu teirra.
- Tey tykjast sum heild skilagóð og at samsvara yvirskipaða endamálinum. Tað veikasta í virkisætlanini er parturin um skip og flogfør, herundir fiskiflotin. Har eru nógv vøkur orð, men eg dugi ikki at síggja nakað ítøkiligt uppskot, har landsstýri ella løgting kunnu tryggja avmarking í útláti.
Hann heldur, at hesin parturin er so lítið málsøkin, sum hann tekur til, at hann ger alt uppskotið veikari.
- Eg mæli tí til, at hesin partur verður tikin úr uppskotinum til veðurlagspolitikk. Í staðin mæli eg til, at landsstýrið fer undir at broyta fiskidagaskipanina til eina CO2-kvotuskipan, sigur Bogi Hansen.

Bogi uttanlands
Tá vit høvdu havfrøðingin í telefonini í morgun, hevði hann í løtuni ikki hug at gera aðrar viðmerkingar til politiska arbeiði um skerjingar av útláti, men vísti til viðmerkingarnar, hann hevur á heimasíðuni vedurlag.fo
Bogi er uttanlands í arbeiðsørindum í løtuni, nú vit kundu fortelja honum, at landsstýriskvinnan í innlendismálum hevði boðað til tíðindafundar í morgun um veðurlagsviðurskifti.
- Nú veit eg ikki, um nakað er broytt í uppskoti landsstýrisins, men fyribils vil eg vísa til tær viðmerkingar, eg áður havi gjørt um hesi viðurskifti, sigur Bogi Hansen, professari í havfrøði.