Bogi Reinert Petersen debut

Lars Olsen sigur, at ÍF miðvallarin fær sínar fyrstu minuttir

Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, hevur boðað frá, at mest sannlíkt fáa allir útispælararnir minuttir á vøllinum í annaðkvøld.

 

- Eg kann siga so mikið sum, at tað er ætlanin at Bogi Reinert Petersen fær debut á landsliðnum í morgin. Helst fáa allir útispælararnir spælitíð, sigur Lars Olsen í samrøðu við Rás2, sum verður at hoyra í upptakini til venjingarlandsdystin móti Kosovo í Frankfurt í annaðkvøld.

 

Les eisini: Venjing avlýst í Frankfurt

 

Lars Olsen leitar í løtuni eftir einum spælara, sum kann avloysa Fróða Benjaminsen á miðvøllinum. Heini Vatnsdal og Róaldur Jakobsen hava givið avboð. Tí verður avloysarin á hesum sinni at finna millum Trónd Jensen og Boga Reinert Petersen.

 

Les eisini: Fyrsta metingin um liðið

 

Føroyska liðið venur í morgun á venjingarvøllinum beint uttan fyri Volksbank leikvøllin, har landsdysturin verður. Í gjár bleiv venjingin avlýst, tí tað regnaði so illa. Í sleppur landsliðið ikki á sjálvan leikvøllin, men vant verður á beint uttanfyri leikvøllin. Spælararnir lata væl at vøllinum, sum vant verður á.