Bogi er ættaður úr Runavik. Barnaheimið var omanfyri fótbóltsvøllin við Løkin. Húsini vórðu niðurtikin fyri einum fimtan árum síðani, tí økið skuldi nýtast til áskoðarapláss framvið fótbóltsvøllinum.
Foreldrini hjá Boga eru Liss og Rósing Rasmussen. Liss er ættað av Toftum, og Rósing er ættaður úr Søldarfirði. Børnini hjá teimum eru Anna á Torkilsheyggi, Bogi, Beinta Dam, Ingun Dalbúð, Rógvi og Gudny Samuelsen. Anna býr á Nesi, Beinta í Havn, Ingun og Rógvi í Runavík og Gudny í Saltangará.
Rósing hevði bilverkstað og seldi bilar, og Bogi var blaðungur, tá ið hann fór at arbeiða hjá pápanum. Tá ið Rósing gavst við sínum virksemi, fór Bogi at arbeiða hjá Erlingi Jørgensen, sála, sum hevði Hús og Heim í hølunum, har Føroya Keypsamtøka í Saltangará nú heldur til, og so koyrdi hann buss hjá bygdarleiðum í fleiri ár.
Bogi var familjumaður og lutfalsliga tilkomin, tá ið hann fór at læra fakið, sum hann longu sum stórur smádrongur snoddaði til, og sum altíð hevur havt hansara stóra áhuga. Bogi lærdi til bilsmið hjá Óla Christiani Danielsen í Saltangará, og har var hann inntil í 1996. Eisini tók hann motorpassaraprógvið, og í tveir vetrar gekk hann í Handilsskúlanum á Kambsdali.
Fyri knappliga tólv árum síðani setti Bogi saman við yngra beiggjanum, Rógva, og sváginum, Birgiri Samuelsen, bilverkstaðið BBR Service á stovn. Teir hildu til í gomlu smiðjuni, sum Tórshavnar Skipasmiðja átti uttanfyri rundkoyringina í Runavík.
Væl varð tikið undir við virkseminum. Tað var skjótt, at teir vóru fýra menn í arbeiði, og umframt at veita biltænastur, so hava teir í BBR nú í fleiri ár eisini leigað bilar út.
Bogi er fryntligur og hugagóður stjóri í BBR Service, og í fleiri ár hava teir arbeitt við at finna størri og meiri nýmótans hølir. Tað eydnaðist í fjør. BBR Service hevur bygt nýggjan bygning á Lambareiði, og 11. juni í 2007 var móttøka í nýggja bilverkstaðnum.
Bogi giftist 24. juni í 1978 við Lillian Friang, sum er ættað úr Fuglafirði. Tey hava øll árini búð í húsunum á Søljubrekku í Runavík, har Lillian, sum 18. mai verður 50, hevur frisørsalong í kjallaranum.
Lillian og Bogi dáma væl at ferðast saman. Bogi lesur nógv, hann er NSÍ viðhaldsmaður, honum dámar væl at fara túr við Yamaha motorsúkkluni, og í nógv ár hevur hann verið fjallmaður. Heystardagarnir í Nevinum og á Mýrunum kennast sum sannir høgtíðsdagar, plagar hann at siga.
Lillian og Bogi eiga fýra dreingir: Oddur (1979), Bárður (1981), Rani (1985) og Rósing (1990). Oddur býr í Havn, Bárður býr í Århus, og teir báðir yngstu búgva heima hjá foreldrunum. Bogi eigur tvey abbabørn – ein drong og eina gentu.
Føðingardagurin verður hildin í verkstaðnum á Lambareiði sunnudagin 17. februar frá klokkan 16.
J