Jónas Þór Næs slapp tó eisini upp í part í dystinum, sum eins og seinast endaði við javnleiki.
Øðrvísi er við Andreas Lava Olsen, sum framvegis situr uttanfyri við skaða. Í Frem rokna tey tó við, at hann verður tøkur aftur í vikuni.
Sjálvan dystin móti eykaliðnum hjá Brøndby skuldi Frem vunnið. Teir løgdu seg á odda, tá Danny Andersen misnýtti brotsspark men sparkaði leysa bóltin frá málverjanum í kassan.
Hetta hendi tá hálvur tími var spældur, men so fekk Frem heldur ikki fleiri mál enn tað sama, hóast teir sanniliga høvdu møguleikarnar.
Tað fekk Brøndby hinvegin, tí í síðsta minutti eydnaðist teimum at javna.
Hetta merkir, at hetta er annar javnleikurin hjá Frem á rað, har teir báðir Bogi Løkin og Jónas Þór Næs vóru á vøllinum, meðan Andreas Lava Olsen ikki slapp upp í part.
Sambært heimasíðuni hjá Frem, spældi liðið hjá teimum trimum føroyingunum væl, men úrslitið var á ongan hátt nøktandi.










