Bogi og Helgi stóðu seg væl í Danmark

Tað eydnaðist sera væl hjá føroyskum fjallasúkklarum í kappingini um danska meistaraheitið á langa teininum í fjallasúkkling fyrra vikuskifti. Tiltakið verður eisini kallað fjallasúkklu-marathon. Bogi Kristiansen og Helgi Winther Olsen luttóku í hvør sínum bólki, og vóru báðir sera væl nøgdir við úrslitini.

Bogi kappaðist í sterka H40 bólkinum og sat við í rúkandi ferðini, ið var sett frá byrjan. Nógva regnið dagarnar undan kappingini førdi við sær, at rutan nakra staðir gjørdist sera torfør. Bogi sat við í bólkinum, ið kappaðist um 3. plássi, men á einum strekki við runu og hálum rótum, datt onkur og tók Boga við sær.

- Eg kendi meg sterkan og vænti heilt sikkurt, at eg kundi sitið við og kappast um 3. plássið allan vegin. Men har kom hol í, og tað var ilt at innheinta, tá eg sat einsamallur, sigur Bogi sum tó súkklaði stinnur víðari og kom á mál á einum flottum 6. plássi eftir stívliga 66 kilometrar og 3 tímar, 38 minuttir og 50 sekund á súkkluni.

Omaná góðu úrslitini í vár í B bólkinum, hevur Helgi Winther Olsen súkklað í danska Elitubólkinum hjá monnum. Eftir fyrstu lítlu startrunduna var av álvara sett ferð á feltið. Tá var at kenna sína egnu styrki.

- Eg hevði vant á rutuni frammanundan saman við Boga. Vit sóu, at tað fór at snúgva seg sera nógv um at disponera rætt. Rutan var hørð vegna óendaliga nógv sving og plúmm um trærøtur. Onkur fór at leggja ov hart út, og so skuldi eg bara eta tey sum Pacman, tá tey kódnaðu, sigur Helgi.

Ætlanin eydnaðist væl, og fyri hvørt umfar tók Helgi seg fram. Frá einum 24. plássi eftir fyrstu rundu, bardi Helgi seg trygt fram í gjøgnum feltið og kom inn á einum 11. plássi aftaná 86 km við tíðini 4 tímar, 41 minuttir og 43 sekund.

Í heystfrítíðini verða báðir føroyingarnir heima á klettunum, og tá fara teir saman við hinum føroysku súkklarunum at kappast um FM-heitið á sama teini, sum Fjallasúkklufelagið MTB.fo skipar fyri í Havn.