Føroyameistarakapping í bridge fyri pør var um vikuskiftið í Bridgehúsinum. 20 pør vóru við í kappingini, og spæld vórðu 74 spøl – frá kl. 10 til 21.30.
Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen løgdu seg tíðliga í kappingini á odda, og teir hildu uttan nakað stórvegis roks fast um oddasessin.
Fýra tey fremstu pørini vóru Bogi Simonsen-Arne Mikkelsen,Símun Lassaberg-Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen-Egil Sondum og Reimund og Jaspur Langgaard.