Bogi Nielsen er nú stjóri á Faroe Ship

Faroe Ship, ella Skipafelagið Føroyar, hevur annan nýggjan stjóra, eftir at Jóhanna á Bergi 1. september tók við starvinum sum stjóri í Atlantsflog.

Faroe Ship, ella Skipafelagið Føroyar, hevur fingið annan stjóra, eftir at Jóhanna á Bergi 1. september tók við starvinum sum stjóri í Atlantsflog.

 

Bogi Petursson Nielsen, sum er 40 ára gamal, og sum hevur starvast hjá Faroe Ship síðani 2007, hevur tikið við stjórastarvinum eftir Jóhonnu á Bergi, sum fór úr starvinum fyrr í summar fyri at taka við sum nýggjur stjóri hjá Atlantsflog.

 

Sambært kunngerð hjá Skráseting Føroya fríggjadagin, hevur Bogi Petursson Nielsen tikið sum stjóri í teimum trimum feløgnum, P/F Faroe Ship, P/F Faroe Ship Føroyar og P/F Skipafelagið Føroyar, sum eru feløgini í samtakinum Faroe Ship. Talan er tó um fyribils stjórastarv, til nýggjur stjóri er funnin.

 

Í nevndini hjá P/F Faroe Ship eru:

 

Árni Joensen, Tórshavn, nevndarformaður

Bragi Tór Marinsson, Kópavágur, nevndarlimur

Gylfi Sigfússon ,Reykjavík, nevndarlimur

Líggjas í Bø Klaksvík, nevndarlimur

Olaf Olsen, Glyvrar, nevndarlimur

 

Ársúrslitið hjá Faroe Ship í 2014 var góðar 46 milliónir krónur. Eginognin er slakar 106 milliónir krónur og hjá felagnum starvast 134 fólk.