Ungi landsliðs- og NSÍ-miðvallarin, Bogi Løkin, fór í gjárkvøldið til Danmarkar, har hann nú fer undir at lesa løgfrøði. – Eg ætli at fáa fyrstu vikuna við niðri, samstundis sum eg fari finna útav, hvat kann lata seg gera og ikki við lestrinum. Men eg komi uppaftur næsta vikuskiftið, og so fái eg at síggja, hvussu leingi eg verði eftir tað. Eg má so spæla onkrastaðni, her ella niðri, sigur Bogi Løkin, ið gjarna vil varðveita landsliðssessin, hóast hann nú kann seta »lesandi« á visittkorti.