Føroyska svimjilandsliðið fekk fyrsta heiðursmerki á leikunum í Gotlandi í gjár, tá Bogi Lenvig í 1500 metrar frísvimjing vann bronsumerki.
Bogi kom á mál í tíðini 16,55, meðan vinnarin, sum var ein svimjari av oynni Ynos Mon hevði tíðina 16,28. Nummar tvey hevði tíðina 16,47.
Bogi Lenvig var kortini ikki heilt nøgdur við úrslitið av kappingini, tí hann var seadaður til eitt annað pláss, men tað var ikki nóg mikið.
Føroyar hava nú fingið trý heiðursmerki og tey eru øll úr bronsu.
Vit vóna eins og hini, at hetta er ein spakulig byrjan til nakað, sum vónandi eisini gerst til heiðursmerkir av fínari slag.
Vit ynskja Boga tillukku við heiðursmerkinum